Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 14.08.19
Umsóknarfreist: 26.08.19

Sjúkrarøktarfrøðingur til Sambýlið oman Hoydalar

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Sambýlið oman Hoydalar.

Á Sambýlinum Oman Hoydalar búleikast 10 húsfólk, og umleið 14 starvsfólk hava sítt yrki her. Hetta er eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólkini hava tað gott saman og eru um hvønn annan. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar, og her verður samstarvað tvørtur um yrki og geirar dagliga. Vit stremba eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Arbeiðsdagurin er fjølbroyttur, og dagarnir eru ikki eins, og uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan eisini alt tað, sum hoyrir til eitt vanligt húsarhald.

SØKT VERÐUR EFTIR:
sjúkrarøktarfrøðingi til barnsburðarfarloyvisstarv á starvsbrøki 0,7, til setan 1. oktober 2019 til 31. august 2020. Arbeitt verður fyri tað mesta í dagvaktum á yrkadøgum.

FØRLEIKAKRØV

  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka húsfólkið. 
    Áhuga at arbeiða tvørfakligt
  • Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða  sjálvstøðugt
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka  fyri góðum samstarvi við húsfólk, avvarðandi og starvsfelagar

VIT BJÓÐA TÆR:

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt  einstaklingainnleiðslu á sambýlinum
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna Sambýlið Oman Hoydalar

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Beintu Áargarð, deildarleiðara, á telefon 512655, ella umvegis teldupost beintaar@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal „sjúkrarøktarfrøðingur Oman Hoydalar“.

Umsóknarfreistin er 26. august 2019.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.