Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 05.11.19
Umsóknarfreist: 20.11.19

Sjúkrarøktarfrøðingur til reumatologiska ambulatorium á Landsjúkrahúsinum

Sjúkrarøktarfrøðingur til reumatologiska ambulatorium á Landsjúkrahúsinum

 

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøði á brøki 0,8 til reumatologisk ambulatorium. Umframt arbeiðið í ambulatoriinum í reumatologi, verður væntað eitt ávíst samstarv við aðrar sergreinar.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Veita sjálvstøðuga sjúkrarøkt, viðgerð og eftirkanningar.
  • Geva biologiskan heilivág/kemoviðgerð, intravenøsar injektiónir/infusiónir og tablettviðgerðir
  • Útinna, leiða, miðla og menna vitan innan sjúkrarøkt
  • Kunna sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk um sjúku, heilivág við meira
  • Tvørfakligt samstarv við lækna, kostráðgeva, fysioterapeut og aðrar viðkomandi fakbólkar

Dentur verður lagdur á, at tú hevur:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Í minsta lagi 2 ára kliniskar royndir við medisinskum sjúklingum
  • Royndir at arbeiða sjálvstøðugt. Fyrimunur er at hava arbeiðsroyndir frá viðkomandi ambulatorii
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Áhuga og ábyrgd fyri egnari fakligari og persónligari menning

Vit bjóða:

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Nærri fæst at vita við at ringja til Evu M. Holm, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 6250.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er  20. november 2019.
Vinaliga søk starvið her

Prógv og viðmæli verða send við umsóknini.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.