Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 28.04.21
Umsóknarfreist: 12.05.21

Sjúkrarøktarfrøðingur til Psykiatriska Depilin, P40'

Sjúkrarøktarfrøðingur til Psykiatriska Depilin, P40'

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Vit hava brúk fyri sjúkrarøktarfrøðingum til psykiatrisku innlegginardeildina P40-PI, –intensiva partin.

Hetta starvið er leyst at søkja:

  • Eitt farloyvisstarv á brøk 1,0 ella eftir avtalu til setan 01. juni 2021 fram til 31. mai 2022
  • Starvið er í skiftandi vaktum.

Møguleiki er at gera avtalu um annað byrjunardato.

P40-PI Okkara deild er ein akut og intensiv psykiatrisk innleggingardeild við 7 plássum. PI er onnur helvtin av dupultdeildini P40 – opni parturin hevur 12 pláss. Tað er tætt samstarv ímillum eindirnar báðar. Vit taka ímóti sjúklingum, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur.

Umframt teir sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar, sum arbeiða á deildini, eru fleiri aðrir fakbólkar við til at mynda okkara tvørfakliga arbeiði.

Rehabilitering og recovery eru berandi hugtøk í tilgongdini til røkt og viðgerð okkara. Hetta setir høg krøv til okkum um, at fakligheit, álit, ábyrgd, vælskipaðar sjúklingagongdir og vælvirkandi tvørfakligt samstarv, skal eyðkenna arbeiðið.

Til at menna okkara røkt og viðgerð, arbeiða vit miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement (QI) á Psykiatriska deplinum. Eisini arbeiða vit á deildini við ”Safewards”, sum er eitt háttalag til at minka um vandan fyri tvingsli, størri trygd og øktum nøgdsemi millum sjúklingar og starvsfólk.

Vit eru eisini útbúgvingarstað fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og aðrar fakbólkar.

Dentur verður lagdur á, at tú, umframt prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, eisini hevur:

  • Fakligan áhuga innan psykiatriska sjúkrarøkt og viðgerð
  • Góð evni at skapa relatiónir
  • Evni til at raðfesta, leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
  • Vilja og evni at arbeiða tvørfakliga
  • Góð samstarvsevni og er fyrikomandi og álitisvekjandi
  • At tú ert fleksibul og megnar at arbeiðsuppgávurnar og dagarnir eru skiftandi.
  • Vilja og hug til at arbeiða við betranararbeiðið.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Góða innleiðslu
  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Upplæring í betranaramboðum
  • Supervisión
  • Eitt arbeiðspláss, har vit raðfesta trivnað og menning.

Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjamálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við seta seg í samband við deildarleiðaran Lisbeth Vang, á lisbeth.vang@ls.fo ella á tlf 304599, lokal 4443.

Umsóknarfreistin er 12. mai 2021

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli, skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðuni www.ls.fo sæst meira um visjón, missión og strategimál hjá Landssjúkrahúsinum undir teiginum ”Leys størv”.


Vinarliga søk starvið her

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna