Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 04.07.21
Umsóknarfreist: 23.08.21

Sjúkrarøktarfrøðingur til Økispsykiatriina

Vilt tú gera mun fyri fólk við sálarligum avbjóðingum, og hevur tú hug til eitt spennandi og avbjóðandi starv – so les her!

Okkum tørvar ein sjúkrarøktarfrøðing til okkara økispsykiatri á Psykiatriska deplinum. Talan er um eitt farloyvisstarv frá 1. september 2021 til og við 31. juli 2022. Starvið er á starvsbrøki 0,8.

Í Økispsykiatriska toyminum starvast 12 sjúktarøktarfrøðingar ymsastaðni runt landið og 2. hvørja viku møtast allar til felags- og tvørfakliga konferensu og fakliga sparring. Í økinum søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til, eru 3 sjúkrarøktarfrøðingar sum arbeiða saman og økið umfatar Suðurstreym og Sandoynna.

Psykiatriin arbeiðir eftir hugburðinum, ”Samskapað psykiatri”, har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka borgaran. Framtíðarpsykiatriin inniber m.a. at viðgerðin fyrigongur ambulant og úti í nærumhvørvinum hjá borgarinum.

Vit arbeiða miðvíst við betranararbeiði á deildini, við betranarháttinum Quality Improvement, fyri áhaldandi at menna og halda støði á tænastu, trygd og dygd.

Økispsykiatriin er partur av hesari heilsutænastu. Borgarin er í miðdeplinum, viðgerðin verður sett í gongd tíðliga, og netverkið er ein ressursa í tilgongdini hjá borgarinum “at koma seg við sálarsjúku”. Harumframt er týdningarmikið við tøttum tvørfakligum - og tvørsektoriellum samstarvi.

Vit sóknast eftir starvsfólki, ið hava royndir og hug at arbeiða við menniskjum við sálarsjúku, eru ábyrgdarfull, málsøkin og hava góð samstarvsevnir.

Kundi tú hugsa tær at verið partur av hesum toymi, so send okkum tína umsókn.

Vit leggja dent á, at tú ert

  • Sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hevur áhuga fyri ella royndir innan psykiatriska røkt og viðgerð
  • Dugir at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga
  • Hevur hug at arbeiða við menning, ert jalig/ur og vil arbeiða miðvíst við betranararbeiði

Neyðugt við

  • Koyrikort og møguleika at nýta egnan bil í arbeiðinum (samsýning verður veitt).

Persónligir eginleikar

  • Tú ert álítandi, tekur ábyrgd og ert vælskipað og kann skapa góð nærsambond.
  • Góðar samskiftis- og samstarvsførleikar
  • Hug at arbeiða tvørfakligt og hevur góð samstarvsevnir
  • Jalig/ur og ágrýtin í mun til arbeiðsuppgávurnar

 Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt spennandi arbeiðsøki í menning
  • Fakliga kompetentar og virknar stravsfelagar
  • Eitt dynamiskt samstarv í einum tvørfakligum toymi
  • Møguleika fyri persónligari og fakligari menning

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Birgit Andersen, leiðara, tlf. 234557  birgit.andersen@ls.fo ella Eydnu I Lindenskov depilsleiðara eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er 23. august 2021

Søk starvið her

Skrivlig umsókn við CV, prógvi og viðmælum skulu sendast við

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna