Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 07.04.21
Umsóknarfreist: 23.04.21

Sjúkrarøktarfrøðingur til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,875, svarandi til 35 tímar um vikuna, frá 1. mai 2021 ella so skjótt til ber. Arbeitt verður mánadag til fríggjadag, frá kl. 8 – 15.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 10 fólk við ymiskum tørvum.

Høvuðsendamálið við starvinum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran – at tryggja búfólkunum eina dygdargóða sjúkrarøkt á fakliga høgum stigi við støði í ynskjum og tørvum hjá tí einstaka búfólkinum.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. Breiðar fakligar royndir og minst 2 ára royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur er ein fyrimunur, eins og útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.

Fyra at røkka endamálinum um dygdargóða sjúkrarøkt á høgum fakligum stigi krevst, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi, har tú í dagliga samstarvinum lutar tína vitan. Tú sært møguleikar heldur enn forðingar og megnar at finna góðar loysnir.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, góðari upplæring og spennandi avbjóðingum, har tú fært brúkt tína sjúkrarøktarfakligu vitan og førleikar, og kanst menna teg fakliga og persónliga.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monu Mariu úr Fugloy, deildarleiðara, á tel. 793420 ella við telduposti til monamariaf@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 23. apríl 2021.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna