Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kommunulækni Bjarni Wardum
Lagt út: 01.06.21
Umsóknarfreist: 20.06.21

Sjúkrarøktarfrøðingur til kommunulæknaviðtalu

Søkt verður eftir dugnaligum og sjálvstøðugum sjúkrarøktarfrøðingi til kommunulæknaviðtalu í Hoyvík.

Viðtalan hevur um 1.600 borgarar og virkar í nýggjum hølum í Kirkjustræti. Til dagligt starvast ein kommunulækni og tveir sjúkrarøktarfrøðingar í viðtaluni. Vit leggja stóran dent á høgt fakligt støði og áhaldandi menning. Eisini er trivnaður og arbeiðsgleði í gerandisdegnum sera týdningarmikið.

Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.

  • Visitatión, bæði umvegis telefon og heimasíðu
  • Sjálvstøðugar viðtalur so sum kronikarakontrol, barnakanningar, koppsetingar v.m.
  • Ymiskar kanningar so sum EKG, spirometri, CRP og urinstix
  • Móttøku- og skrivarauppgávur, uppgávur ísv. rakstur av viðtaluni og fyrifallandi uppgávur í samráð við kommunulæknan

Um teg
Títt arbeiðslag er myndað av høgari fakligheit og tænastustøði. Tú trívist við fleiri bóltum í luftini í senn, ert proaktiv og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Tú ert løggildigur sjúkrarøktarfrøðingur við minst 5 ára royndum. Royndir frá kommunulæknaviðtalu er ein fyrimunur.

Grundleggjandi telduførleikar er ein treyt, og royndir við Cosmic er ein fyrimunur.

Upplæring er eftir tørvi.

Lønar- og setanartreytir
Talan er um eitt fast starv sum sjúkrarøtarfrøðingur við brøki 0,6.

Starvið verður sett pr 1. August og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Bjarna Wardum á tlf. 264 266.

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsrensli (CV) og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til bjarniwardum@kl.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Seinasta freist at søkja er 20. Juni 2021.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna