Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 13.02.20
Umsóknarfreist: 24.02.20

Sjúkrarøktarfrøðingur til Kommunulæknavaktina á Landssjúkrahúsinum

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til avloysarastarv í Kommunulæknavaktini á starvsbrøki 0,5 til setan 1. apríl 2020 eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin er kvøldvaktir gerandisdagar og dag- og kvøldvaktir í vikuskiftunum.

Vaktarskipan á Landssjúkrahúsinum fyri kommunulæknar virkar í tíðarskeiðinum frá kl. 16.00-08.00 allar dagar, umframt dagtímarnar í vikuskiftum og halgidøgum. Eingin sjúkrarøktarfrøðingur er í náttarvaktini.

Kommunulæknavaktin á Landssjúkrahúsinum umfatar allar Føroyar.

Arbeiðsøkið í høvuðsheitum
Arbeiðsøkið umfatar móttøku, observatión, telefonvisitatión og sjúkrarøkt til sjúklingar, ið seta seg í samband við kommunlæknavaktina, umframt at hjálpa kommunulæknanum við kanningum og viðgerðum.

Vit kunnu bjóða

  • innleiðslu
  • fjølbroytt arbeiði
  • spennandi avbjóðingar

Krøv til umsøkjaran

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligur áhugi í arbeiði innan kommunulæknaøkið
  • fleksibilitetur og góð samstarvsevni
  • teldukunnleiki
  • at viðkomandi er opin og jalig/ur
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Nærri fæst at vita um starvið við at senda teldupost á lsjorho@ls.fo, ella ringja til Jórun Højgaard, depilsleiðara á Bráðdeplinum á tlf. 304500, lokal 5707.

Umsóknarfreistin er 
mánadagin 24. februar 2020

Søk starvið her

Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti. 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.