Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 22.05.21
Umsóknarfreist: 06.07.21

Sjúkrarøktarfrøðingur til G1 á Landssjúkrahúsinum

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal samantvinnast við hátøkni, so er møguleikin her.

Í samband við koronatilbúgving lýsir Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum eftir sjúkrarøktarfrøðingum til G1 í tíðaravmarkað størv skjótast tilber ella eftir nærri avtalu og til og við 31. desembur 2021.

G1 er ein deild við fleiri ymiskum funktiónum, sum umfata intensiva deild, viðrakning, skaðastovu, og bráðmóttøku. Á deildini kemur tú at arbeiða í skiftandi vaktum í tøttum samstarvi við sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving, og kemur tú í mun til tørv og førleikar at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan intensiv-, viðrakning- og skaðastovuøkið.

Vit kunnu bjóða tær:

  • innleiðslu
  • fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
  • starvsfelagar við góðum fakligum førleikum
  • ein spennandi arbeiðsdag við góðum møguleikum fyri egnari menning

Tú hevur: 

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við intensivum og bráðfeingis tørvi
  • evni til skjótt at skapa tær yvirlit
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • góð samstarvsevni og er fleksibul
  • eitt opið og jaligt sinni
  • møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum, dag-, kvøld- og náttarvaktum
  • teldukunnleika
  • hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini

Viðkomandi, ið settur verður, má vera opin fyri broytingum í mun til staðseting, um fleiri koronasjúklingar verða innlagdir á Landssjúkrahúsið um somu tíð.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

Nærri fæst at vita við at ringja 304500, lokal 5811 til Jonleyg Fossabrúgv, deildarleiðara, t-post lsjonfo@ls.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 6. juni 2021.

Søk starvið her

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna