Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 20.05.20
Umsóknarfreist: 15.06.20

Sjúkrarøktarfrøðingur til B6 á Landssjúkrahúsinum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingi sum avloysara til B6 í farloyvisstarv á brøki 0,7, frá 01.09.20 til 31.01.21.

B6 er ein medisinsk deild, sum tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er við tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.

Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar:

Onko-, gastroentero- endokrino-, hemato-, reumato-, nephrologi, infektiónsmedisin og palliatión.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Krøv til umsøkjaran:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligur áhugi innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góður telduførleiki
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga ein væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin

Vit kunnu bjóða:

  • innleiðslu og upplæring
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Sonju Nielsen deildarleiðara á B6, tlf. 304500, lokal 6036, teldupostur lssonni@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 15.06.20

Søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skula havast við til eina møguliga samrøðu.

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.