Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 12.10.21
Umsóknarfreist: 27.10.21

Sjúkrarøktarfrøðingur til B6 á Landssjúkrahúsinum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingi til B6 at byrja 01.11.2021. ella eftir avtalu. Talan er um eitt fast starv í skiftandi vaktum á starvsbrøki 0,8.

B6 er ein medisinsk deild, sum tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er við tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.

Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar:

Onko-, gastroentero-, endokrino-, hemato-, reumato-, dermato-, nephro-, infektiónsmedisin, og palliatión.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Fakligan áhuga innan sergreinarnar
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Góðan telduførleika
  • Vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • Møguleika at undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin

Vit kunnu bjóða

  • Innleiðslu og upplæring
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Positivt tvørfakligt samstarv
  • Eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Guðni Remberg deildarleiðara á B6, tlf. 304500, lokal 6036, teldupostur lsgudre@ls.fo ella til Anju Brekkstein varaleiara, tlf. 304500, lokal 6019, teldupostur anjbr@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 27.10.2021.

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skula havast við til eina møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðuni www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna