Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 24.07.20
Umsóknarfreist: 10.08.20

Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari til Boðanesheimið

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri búfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Strandarlon á Boðanesheiminum.

Søkt verður eftir:
einum sjúkrarøktarfrøðingi og einum heilsurøktara. Bæði størvini eru til starvsbrøk 0,8 ella annan brøk, sum passar tær betur. Størvini verða sett frá 1. oktober 2020.

Arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti, og eftir ynski kann ein størri partur av vaktunum verða dagvaktir.

Um deildina:
Strandarlon er ein samansett deild við 17 búplássum, 2 umlættingarplássum og 5 rehabiliteringsplássum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Dentur verður lagdur á tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar.

Førleikakrøv:
• Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari
• Áhuga í at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning
• KT-førleika á brúkarastigi

Vit bjóða tær:
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• at menna tænasturnar í Heilsu- og umsorganartænastuni saman við okkum
• góðar og glaðar starvsfelagar
• eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

Setanarviðurskifti:
Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Starvið sum heilsurøktari verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Vár í Gong, deildarleiðara á Strandarlon, telefon 224108, ella við telduposti til var@torshavn.fo

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon“ ella „Heilsurøktari til Strandarlon“.
Umsóknarfreistin er 10. august 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna