Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 13.10.21
Umsóknarfreist: 28.10.21

Sjúkrarøktarfrøðingur í farloyvisstarv og og tímaløntur avloysari til Sambýlið í Bøgøtu

Vit sóknast eftir

  • Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,85, frá 1. november 2021 ella eftir nærri avtalu til og við 30. september 2022. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti
  • Tímaløntum avloysara

Í Sambýlinum í Bøgøtu, sum er ætlað fólkum við demenssjúku, búgva 7 fólk.

Høvuðsendamálið við størvunum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og starvsfólkini – at tryggja búfólkunum dygdargóða sjúkrarøkt og stuðul á fakliga høgum stigi við støði í ynskjum og tørvum hjá tí einstaka búfólkinum.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. Breiðar fakligar royndir er ein fyrimunur, eins og útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera fyrimunir.

Fyra at røkka endamálinum um dygdargóða sjúkrarøkt krevst, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi, har tú í dagliga samstarvinum lutar tína vitan. Væntað verður somuleiðis, at tú ert fleksibul og virkin í mun til at finna góðar loysnir, sum kunnu stuðla undir innihaldsríkar dagar í einum heimligum umhvørvi.

Til starvið sum tímaløntur avloysari eru – umframt fólk við heilsufakligari ella líknandi útbúgving – onnur áhugað eisini vælkomin at søkja.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum, har tú fært brúkt tína útbúgving, royndir og førleikar og kanst menna teg fakliga og persónliga.

Eisini bjóða vit okkara starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, eins og galdanda sáttmála við avvarðandi felag viðv. tímalønta starvinum.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Dianu Johannessen, deildarleiðara, á tel. 793425 ella við telduposti til dianaj@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 28. oktober 2021.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna