Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 07.09.21
Umsóknarfreist: 23.09.21

Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari til Demensdepilin

Hevur tú heilsu- og røktarfakliga útbúgving, og vilt tú vera við til at menna virksemið á fyrsta Demensdeplinum í Føroyum, sum lat upp í apríl í ár, so er tað tær vit leita eftir.

Talan er um fleiri nýggj og áhugaverd størv við nógvum fakligum avbjóðingum og fjølbroyttum uppgávum.

Sum starvsfólk hjá okkum verður tú partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur drúgvar royndir á demensøkinum.

Tú fært møguleika at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, avvarðandi og starvsfólk trívast.

Tú kanst søkja og lesa meira um størvini her: https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/sjukraroktarfrodingur-heilsuroktari-og-heilsuhjalpari-til-demensdepilin/

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna