Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 04.01.21
Umsóknarfreist: 18.01.21

Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari til demensdeildina Handarastovu á Lágargarði

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað møguliga tær, vit leita eftir til Handarastovu, nú vit í samband við uppnormering hava tørv á starvsfólki.

Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í tríggjar eindir - Heilsuhúsið og tvær búeindir. Heilsu- og umsorganartænastan veitir tilboð og tænastur til borgarar í Tórshavnar kommunu eftir lógini um  heimatænastu og eldrarøkt.

Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova,  har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí. 

Á Handarastova búgva 16 fólk, sum hava sjúkuna demens. Dentur verður lagdur á, at húsfólkini fáa eina fakliga og dygdagóða røkt, trívast og hava ein innihaldsríkan gerandisdag í tryggum kørmum. Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan, at skipa fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnar hjá húsfólkunum, sum hava demenssjúku. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. 

Søkt verður eftir:

  • Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskiftið
  • Einum heilsuhjálpara á starvsbrøk 0,8. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskiftið
  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøk 0,8. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir og triðja hvørt vikuskiftið

Møguleiki er fyri hægri brøki, eftir avtalu.

Førleikarkrøv

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari / heilsuhjálpari
  • Áhuga at arbeiða við fólki sum hava sjúkuna demens
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug og hegni samstarva tvørfakliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss
  • KT-førleika á brúkarastigi

Vit bjóða tær:

  • Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Eina góða innleiðslu
  • Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á yrkisligu menningina á Handarastovu og í Heilsu- og umsorganartænastuni

Setanarviðurskifti

Størvini vera lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvsbyrjan er 1. februar 2021, ella skjótast tilber.

Søkja skikkaðir umsøkjarir ikki størvini, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Mai Dahl, deildarleiðara á Handarastovu, telefon 226790, ella við telduposti til maid@torshavn.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: »Sjúkrarøktarfrøðingur / Heilsurøktari / Heilsuhjálpari til Handarastovu«.

Umsóknarfreistin er 18. januar 2021.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna