Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 20.11.20
Umsóknarfreist: 10.12.20

Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari til Boðanesheimið

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa heilsugóð og virðilig kor fyri búfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Strandarlon á Boðanesheiminum.

Søkt verður eftir:

  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi. Starvsbrøkurin er 0,8 ella annan brøk, sum passar tær betur
  • Arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti, og eftir ynski kann ein størri partur av vaktunum verða dagvaktir
  • Einum heilsurøktara. Stravsbrøkurin er 0,8 ella annan brøk. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti
  • Einum heilsuhjálpara. Starvsbrøkurin er 0,8 ella annan brøk, sum passar tær betur. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti

Øll størvini verða sett frá 1. februar 2021.

Um deildina
Strandarlon er ein røktarheimsdeild við 24 búplássum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.

Á deildini verður stórur dentur lagdur á gera gerandisdagin hjá búfólkunum so góðan sum gjørligt.

Dentur verður lagdur á tætt samstarv millum allar fakbólkar á deildini. Eisini er eitt tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar.

Førleikakrøv

  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari
  • Prógv sum heilsuhjálpari
  • Áhuga í at starvast innan eldrarøkt
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva við fleiri fakbólkar

Vit bjóða tær:

  • eina góða innleiðslu
  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • góðar og glaðar starvsfelagar
  • eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á gerandisdagin hjá búfólkunum á Strandarlon

Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og ávikavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Vár í Gong, deildarleiðara á Strandarlon, telefon 224108, ella við telduposti til var@torshavn.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon“, „Heilsurøktari til Strandarlon“ ella „Heilsuhjálpari til Strandarlon“.

Umsóknarfreistin er 10. desember 2020.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna