Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 25.09.20
Umsóknarfreist: 30.10.20

Sjúkrarøktarfrøðingar til skurðseingjardeildina G4/A3

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum. Talan er um 1 fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á brøki 0,8 blandaðar vaktir til setan frá 01.12.20

Og 3 avloysarastørv sum sjúkrarøktarfrøðingur á brøki 0,8 blandaðar vaktir til setan frá 01.12.20-30.09.21

Deildin er ein kirurgisk seingjardeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, maga/tarm, urologi, gynekologi og eygna-, oyrna-, nasa- og hálssjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 12 plássum á A3.

Dentur verður lagdur á

  • Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • Fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska sjúkrarøkt
  • Kreativitet og fleksibilitet
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • At miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
  • Góðan telduførleika

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Upplæring á deildini
  • Felags innleiðslu

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið og tænastan er í løtuni G4/A3 á Skurðdeplinum.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Elin Vitalis, deildarleiðara á G4, tlf. 304500, lokal 5064/ lselivi@ls.fo ella til Poulu Reinert Petersen, depilsleiðara/leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102/ lsastjo@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 30.10.20

Søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til samrøðu.

Um viðkomandi , sum sett/ur verður, hevur starvast uttanfyri Føroyar. Og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA- skjalaváttan vísast, áðrenn byrja verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”Leys størv.”

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna