Sjálvgreiðslan
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 12.08.19
Umsóknarfreist: 23.08.19

Sjúkrarøktarfrøðingar til Skurðambulatoriið

Skurðambulatoriið á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til tíðaravmarkað størv á tilsamans brøk 1,5 til setan 1. september ella skjótast gjørligt og fram til 30. november 2019. Starvsbrøkurin verður eftir avtalu.

Skurðambulatoriið B3
Skurðambulatoriið húsast á 3. hædd í B bygninginum og her arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar og yvirlæknar innan sergreinarnar; gynekologi, ortopedi, parenkym, urologi og mammae. Eisini virkar deildin sum lærudeild fyri yngri læknar og sjúkrarøktarfrøðilesandi undir útbúgving.

Arbeiðið á Skurðambulatoriinum fevnir um forkanningar, eftirkanningar, diagnostisering, viðgerðir og journalupptøkur. Vit leggja stóran dent á at arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi við at seta fokus á kunning, vegleiðing og upplæran, so sjúklingurin fær og tekur ábyrgd fyri egnari heilsu.

Ambulantir sjúklingar koma til kanningar og viðgerð í vanligari dagtíð. Hetta eru eisini sjúklingar, sum koma til eftirviðgerð aftaná innleggjan og eru hesir beinleiðis ávístir frá kommunulækna ella øðrum serlækna/yvirlækna.

Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • sjúkrarøktarfakliga vitan og royndir innan skurðøkið
  • evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • eitt opið og jaligt sinni
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • teldukunnleika
  • góðan førleika at miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga

Vit bjóða

  • eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini

Lønar- og setanartreytirsambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Mildrid Rasmusdóttir, varaleiðara, tlf. 304500, lokal 5406, ella Poulu Reinert-Petersen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, tlf 304500 lokal 5102.

Umsóknarfreistin er 23. august 2019.

Søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "Leys størv."

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.