Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 13.02.20
Umsóknarfreist: 02.03.20

Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til Miðstovu á Lágargarði

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og eldri borgarar, so ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Miðstova á Lágargarði leitar eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum og einum heilsurøktara.

Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsinum og tveimum búeindum við 203 búplássum, umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing. Miðstova er ein røktardeild við 16 búplássum til fólk við ellisbrekum og varandi sjúkum.

Á Miðstovu stremba vit eftir høgari fakligheit, og at veita dygdargóða røkt. Vit arbeiða viðurkennandi fyri at skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar, og tú gerst partur av einum starvsliði, sum virkar fyri einum lærandi arbeiðsumhvørvi.

SØKT VERÐUR EFTIR:

  • einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,7. Arbeiðstíðin er í løtuni kvøldvaktir og 2. hvørt vikuskiftið
  • einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,7. Arbeiðstíðin er í løtuni kvøldvaktir og 2. hvørt vikuskiftið
  • einum sjúkrarøktarfrøðingur í farloyvisstarv frá 1. apríl 2020 til 1. mars 2021, á setanarbrøki 0,9. Arbeiðstíðin er dagvaktir og  3. hvørt vikuskiftið

Tað er ynskiligt, at umsøkjarin til farloyvisstarvið á brøki 0,9 hevur útbúgving sum kliniskur vegleiðari, ella hevur hug at útbúgva seg innan hetta økið.

DENTUR VERÐUR LAGDUR Á

  • Prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur / heilsurøktari
  • Evni at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss
  • Góðan telduførleika
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrging, rehabilitering og geriatri

VIT BJÓÐA TÆR:

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • møguleika at seta tín dám á yrkisligu menningina á Miðstovu og í Heilsu- og umsorganartænastuni
  • eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • góða innleiðslu

MEIRA FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ruth av Fløtum, deildarleiðara, á tlf. 226792 ella teldupost ruthf@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini vera sett frá 1. apríl 2020 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og ávikavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar / Heilsurøktarafelag Føroya.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur. Um so er, verða uppgávurnar lagaðar til fakbólkin.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til: torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Sjúkrarøktarfrøðingur / heilsurøktari til Miðstovu“.

Umsóknarfreistin er 2. mars 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.