Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 09.07.19
Umsóknarfreist: 22.07.19

SJÚKRARØKTARFRØÐINGAR OG HEILSURØKTARAR TIL TRAÐARLON À BOÐANESHEIMINUM

Boðanesheimið er 6 ára gamalt, liggur Yviri við Strond, og her búgva 64 húsfólk. Búeindirnar eru Traðarlon og Strandarlon sum eru røktardeildir og Boðalon sum er demensdeild.

Á Traðarlon hava vit tørv á einum sjúkrarøktarfrøðingi og einum heilsurøktara til okkara toymi , sum hevur sum kjarnuuppgávu, at veita dygdargóða røkt til 24 húsfólk. Arbeiðsdagurin er fjølbroyttur, og dagarnir eru ikki eins. Á Traðarlon fylgja vit lívinum hjá húsfolkunum, og gera okkara besta, fyri at húsfólkini fáa ein góðan gerandisdag. Vit veita dygdargóða røkt og umsorgan, sum stimbrar til eginumsorgan og stuðlar til eitt virkið lív. Okkara uppgáva er at skapa javnvág millum eitt gott og trygt heim fyri húsfólkini, samstundis sum at fakligheitin verður brúkt til fulnar í heildarrøktini av borgaranum.

Traðarlon er eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólkini hava tað gott saman, og eru um hvønn annan, her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar á deildini, og samstarvað verður tvørtur um yrki og geirar dagliga. Vit taka atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrættin hjá húsfólkinum, og hava eitt tætt samstarv við avvarðandi.

SØKT VERÐUR EFTIR:

• Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum á setanarbrøki 1,0 til setan 1. september 2019 ella eftir avtalu. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskiftið, og hevur tú góðar     møguleikar at fáa ávirkan á tína arbeiðsætlan.
• Tveimum heilsurøktarum á setanarbrøki 1,0, til setan 1. september 2019 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskiftið.


FØRLEIKAKRØV
• Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
• Fyrikomandi, álitisvekjandi og jaligt tænastusinni
• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning
• KT-førleika á brúkarastigi

VIT BJÒÐA
• Góða innleiðslu
• Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella heilsurøktarafelagið.
Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Annu Helenu Otthamar, deildarleiðara, telefon 263110, ella við telduposti til annaho@torshavn.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Starvsfólk til Traðarlon“.
Umsóknarfreistin er 22. juli 2019.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.