Sjálvgreiðslan
Skriva út
Økistænastan í Sandoyar sýslu
Lagt út: 12.10.21
Umsóknarfreist: 26.10.21

Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktari og heilsuhjálparar til Økistænastuna í Sandoyar Sýsla

Økistænastan í Sandoyar Sýsla er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga at starvsfólkini, ið arbeiða á eitt av teimum trimum røktarheimunum eisini kunnu  veita tænastur til heimabúgvandi fólk í økinum.

Í Økistænastuni eru trý røktarheim - Skerið, Áargarður og Gerðisgarður, ið er eitt demensheim. Á heimunum eru tilsamans 23 búpláss og 3 stutttíðarpláss. Heima- og sjúkrarøkt verður veitt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar. Økistænastan veitir fyribyrgjandi heimavitjanir til fólk 75 ár og eldri.

Søkt verður eftir:

  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0 frá 1. desember 2021.
  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarvið frá 1. november 2021 til 31. oktober 2022 á starvsbrøki 0,8.
  • Einum heilsuhjálpara í farloyvisstarvið frá 1. januar 2022 til 31. august 2022 á starvsbrøki á 0,7.
  • Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,8 svarandi frá 1. desember 2021 ella eftir nærri avtalu
  • Tveimum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,75 í skiftandi vaktum frá 1. desember 2021 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi vaktir og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri lægri brøki.

Førleikar

  • Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir

Vit bjóða:

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • góða innleiðslu
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.  Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Olsen, leiðari, telefon 793601 ella á teldupost ot@ot.fo

 

 

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot@ot.fo.

Umsóknarfreist 26. oktober 2021

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna