Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sankta Jósefs Barnagarður
Lagt út: 09.06.21
Umsóknarfreist: 23.06.21

Sankta Jósefs Barnagarður søkir eftir starvsfólki.

Hevur tú hug at gerast partur av okkara starvsfólkahópi?

Okkum tørvar:

  • námsfrøðing at starvast 35 tímar um vikuna tíðaravmarka til 01.01.21
  • námsfrøðing at arbeiða 35 tímar um vikuna
  • námsfrøðing, at starvast 15 tímar um vikuna, í samband við eitt námsfrøðiligt tiltak á stovninum, og møguleika at avloysa

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkaði størv

Størvini verða sett frá 9 August 2021 ella eftir nærri avtalu.

Vit kunnu bjóða
Sankta Jósefs Barnagarður er elsti barnagarður í Føroyum. Stovnurin er mitt í býnum, við góðum, fjølbroyttum uttandura leikumhvørvi, tætt við viðarlundina, ítróttarøki í Gundadali, Steinatún o.m.a. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, við vælvirkandi starvsfólkatoymum og einum fjølbroyttum gerandisdegi.

Sum námsfrøðingur verður tú knýttur at einari av stovum okkara, har tú kemur at arbeiða tætt saman við hinum starvsfólkunum. Harumframt leggja vit stóran dent á gott samstarv tvørtur um stovurnar.

Vit vænta av tær at tú:

  • kanst virka á einum høgum fakligum stigi í trá við námsætlan stovnsins
  • ert fyrikomandi og samstarvsinnað/ur
  • leggur dent á at skapa góðar relatiónir
  • tekur ábyrgd, ert sjálvstøðug/ur og hevur gott yvirlit
  • dugir at grunda/reflektera yvir egið arbeiði
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag
  • at tú ert við at menna námsliga arbeiði á stovninum
  • at tú sært møguleikar heldur enn forðingar

Meira kunning um stovnin sæst á www.sanktajosef.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Eyðnu Joensen, stovnsleiðara tlf.  212851. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn, saman við prógvi, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, verður send til:

sktjosef@olivant.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi Mikudagin 23.06.21

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna