Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sankta Jósefs Barnagarður
Lagt út: 27.11.19
Umsóknarfreist: 11.12.19

Sankta Jósefs Barnagarður søkir eftir námsfrøðingi og avloysara

Hevur tú hug at gerast partur av okkara starvsfólkahópi?

Okkum tørvar:

• 1 námsfrøðing at arbeiða 35 t um vikuna
• 1 avloysara at avloysa eftir tørvi

Størvini verða sett 02.01.20

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkaði størv.

Vit kunnu bjóða
Sankta Jósefs Barnagarður er elsti barnagarður í Føroyum. Stovnurin er mitt í býnum, við góðum, fjølbroyttum uttandura leikumhvørvi, tætt við viðarlundina, ítróttarøki í Gundadali, Steinatún o.m.a. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, við vælvirkandi starvsfólkatoymum og einum fjølbroyttum gerandisdegi.

Tú verður knýttur at einari av stovum okkara, har tú kemur at arbeiða tætt saman við hinum starvsfólkunum. Harumframt leggja vit stóran dent á gott samstarv tvørtur um stovurnar.

Vit vænta av tær at tú:

• kanst virka í trá við námsætlan stovnsins
• ert fyrikomandi og samstarvssinnað/ur
• tekur ábyrgd, ert sjálvstøðug/ur og hevur gott yvirlit
• dugir at grunda/reflektera yvir egið arbeiði
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag
• at tú ert við at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
• ert fleksibul og tolir broytingar
• at tú sært møguleikar heldur enn forðingar

Meira kunning um stovnin sæst á www.sanktajosef.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Eyðnu Joensen, stovnsleiðara tlf. 312854 ella 212851. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn, saman við prógvi, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, verður send til: sktjosef@olivant.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 11.12.19

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.