Sjálvgreiðslan
Skriva út
Roðin økistænastan
Lagt út: 05.10.21
Umsóknarfreist: 21.10.21

Sambýlið Vesturskin á Tofum søkir eftir tveimum heilsurøktarum og einum heilsuhjálpara

Vesturskin er eitt hugnaligt sambýli hjá Roðanum, har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Søkt verður eftir:

• tveimum heilsurøktarum á starvsbrøk 0,8 svarandi til í miðal 32 tímar um vikuna
• einum heilsuhjálpara á starvsbrøk 0,8 svarandi til í miðal 32 tímar um vikuna

Arbeiðstiðirnar eru í blandaðum vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
Møguleiki er fyri tillagaðum brøki – bæði upp og niður.

FØRLEIKAKRØV
Prógv og góðkenning sum heilsurøktari/heilsuhjálpari
Áhuga at arbeiða við eldri fólki
Góð evni at samskifta í skrift og talu
Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning
KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR
góða innleiðslu
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum
Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða at seta 1. desember 2021 ella skjótast til ber eftir hetta og verður tað lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag (heilsurøktara-/heilsuhjálparafelagið)

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Vesturskin”.

Umsóknarfreistin er 21. oktober 2021

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna