Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sernám
Lagt út: 10.09.21
Umsóknarfreist: 26.09.21

Sálarfrøðingur til Sernám

Søkt verður eftir sálarfrøðingi til barsilsfarloyvisstarv smábarna- og fólkaskúlaøki 35 tímar at byrja 15. oktober 2021 ella skjótast eftir tað.

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið. Bæði størvini er í løtuni knýtt til toymi, sum hevur Tórshavn, Norðstreym og Vágar.

Høvuðsuppgávan í starvinum eru:

  • Samstarva við starvsfólk og foreldur um sálarfrøðiligar og sernámsfrøðiligar tilgongdir
  • Veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk og foreldur
  • Gera sálarfrøðiligar metingar/kanningar av børnum og ungum
  • Samskipa og uppfylgja sálarfrøðilig og sernámsfrøðilig tiltøk í samráð við starvsfólk í
    skúlum og dagstovnum
  • Veita starvsfólki supervisión

Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:

  • Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
  • Er við í tvørgreinaligum samstarvi við aðrar stovnar
  • Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og stovnum
  • Dugir at nýta metingar/kanningarúrslit í sálarfrøðiligum og sernámsfrøðiligum tilgongdum
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
  • Er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
  • Dugir at orða seg í skrift og talu

Vit bjóða:

  • Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi
  • Fakligt samstarv við sálarfrøðingarnar á stovninum
  • Supervisión
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Førleikakrøv:
Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar. Fyrimun hava umsøkjarar við løggilding ella royndum innan serøkið ella royndum við børnum við serligum tørvi í skúlum og dagstovnum.

Setanartreytir til starvið:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 26. september 2021 og skulu sendast til:

Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.

Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna