Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 18.05.20
Umsóknarfreist: 25.05.20

Sálarfrøðingur til Psykiatriska Depilin á Landssjúkrahúsinum

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sálarfrøðingi til ambulantu eindina fyri vaksin. Talan er um fast starv á brøki 0,9 til skjótast gjørligt.

Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum sálarfrøðiliga útgreining - og viðgerð av vaksnum fólki, umframt samskipan, ráðgeving og undirvísing. Ambulanta eindin er samansett av ymiskum fakbólkum. Vit leggja dent á tvørfakligt samstarv og heildarloysnir til borgaran í útgreining og viðgerð. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum recovery og rehabilitering í huga. Til at menna arbeiðið verður arbeitt miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement (QI).

Ambulanta virksemi á Psykiatriska deplinum fevnir um ymisk serøki og/ella tilboð – sum eitt nú kognitiv atferðarterapi, dialektisk atferðarterapi, sosial førleikavenjing, kognitiv remediering, ADHD-toymið, økispsykiatri, oligofreni, umframt psykoedukatión og avvarðandi undirvísing

Talan er um nýtt starv í sambandi við at ADHD klinikkin skal uppraðfestast, og koma sálarfrøðingarnir í størri mun enn áður at innganga í virksemið í ADHD klinikkini. 

Førleikakrøv

  • Cand.psych ella samsvarandi útbúgving við autorisatión. Kandidatar uttan autorisatión kunnu eisini søkja starvið.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir.

Dentur verður lagdur á

  • Arbeiðsroyndir innan útgreining og viðgerð av vaksnum fólki
  • Góð skipanarevni og førleika til at sjálvstøðugt leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Førleika at miðla kanningarúrslit til aðrar fakbólkar og samskipa viðgerð
  • Hegni at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva tvørfakligt
  • Fakligt arbeiðssemi og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • Jaligt sinni í mun til eina organisatión í menning og framgongd
  • Góð samskiftisevni – og at tú ert álitisvekjandi og fyrikomandi

 Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • Eitt dynamiskt arbeiðspláss, sum er í støðugari menning
  • Eitt gott fakligt og sosialt umhvørvi við ágrýtnum starvsfelagum
  • Møguleikar fyri førleikamenning og supervisjón 

Lønar – og setanartreytir

Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freistin at søkja starvið er 25. mai. 2020

Søk starvið her

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við leiðandi sálarfrøðing, Rannvá Sloan Jørgensen, ella leiðandi yvirlækna, Tórmóður Stórá, t-post: psykinfo@ls.fo, tlf. 30 47 40.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.