Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 30.09.19
Umsóknarfreist: 14.10.19

Sálarfrøðingur til fast starv í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum á Psykiatriska deplinum

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sálarfrøðingi til barna- og ungdómspsykiatriska toymið til setan skjótast 01.11.19. Talan er um eitt fast starv á brøki 0,8.

Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er ein eind á Psykiatriska Deplinum, sum arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í tríggjar eindir – børn, ung og dagviðgerð. 17 starvsfólk eru knýtt at eindini, sum er samansett av fleiri ymiskum fakbólkum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum "recovery og rehabilitering" í huga.

Arbeiðsøkið hjá sálarfrøðinginum umfatar í høvuðsheitum kanningar og viðgerð av børnum og ungum, umframt at ráðgeva teimum, sum eru um børnini og tey ungu. Arbeiðsuppgávurnar umfata sostatt nógv samstarv við foreldur og onnur avvarðandi, umframt aðrar stovnar og myndugleikar. Samskipan av hesum samstarvi er ein týðandi partur av arbeiðnum. Umframt at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum, væntast sálarfrøðingurin eisini at luttaka í bólkaundirvísing av børnum, foreldrum og fakfólki.

Sálarfrøðingurin kemur í høvuðsheitum at arbeiða antin við børnum ella ungum, og kann eisini vænta at verða knýttur at dagviðgerðareindini, sum er eitt nýtt miljøterapeutiskt tilboð til tey børn og ung, sum hava tørv á innlegging. Viðkomandi sum settur verður, má vera innstillaður uppá at flyta millum eindirnar eftir tørvi.

Førleikaynski

  • Løggildur sálarfrøðingur
  • Arbeiðsroyndir innan útgreining og viðgerð av børnum og ungum.
  • Førleiki at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga til einstaklingar og bólkar
  • Góð skipanarevni, gott yvirlit og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • At tú ert innovatiovur, nýhugsandi og dugir at seta ting í gongd.
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og samstarva interprofessjonelt
  • Fleksibilitet og fakligt arbeiðssemi
  • Jaligt sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • At tú ert fyrikomandi og álitisvekjandi

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsøki í stórari menning
  • Eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi
  • Møgulleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisjón og tvørfakligum konferansum
  • Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður


Nærri upplýsingar
 um starvið fáast við at venda sær til Onnu Elisabeth Iversen, leiðara ella Rebekku G. Perlick, yvirlækna á tlf. 304500 /rebpe@ls.fo/anniv@ls.fo

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Umsóknarfreistin er 14. oktober 2019.

Vinaliga søk starvið her


Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv"

Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri "Søk starvið".

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.