Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 09.07.20
Umsóknarfreist:

Sálarfrøðingar til farloyvisstørv í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum sálarfrøðingum til Barna- og Ungdómspsykiatriska toymið. 

Hesi størv eru leys at søkja:

Eitt farloyvisstarv á 1,0 frá 1. August 2020 ella eftir nærri avtalu fram til 15. August 2021. 

Eitt farloyvisstarv á 32 tímar til setan frá 1. Oktober 2020 fram til 15. Sep 2021. 

Setanarsamrøður væntast at verða hildnar fríggjadagin 24. Juli. 

Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er ein eind á Psykiatriska Deplinum, sum arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í tríggjar eindir – børn, ung og dagviðgerð. 19 starvsfólk eru knýtt at eindini, sum er samansett av fleiri ymiskum fakbólkum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar. 

Annar sálarfrøðingurin kemur í høvuðsheitum at starvast á dagdeildini, sum er eitt nýtt miljøterapeutiskt tilboð til tey børn og ungu, sum hava tørv á innlegging. Arbeiðsøkið hjá sálarfrøðinginum fevnir um kanningar og viðgerð av børnum, ungum og familjum, umframt familjuviðgerð og ráðgeving av teimum, sum eru um børnini og tey ungu. Sálarfrøðingurin verður eisini við til at skipa og menna viðgerðina á deildini, og at virka til framhaldandi menning av virkseminum og fakliga umhvørvinum. Møgulleiki er eisini fyri at sálarfrøðingurin fær ábyrgdaruppgávur í hesum sambandi, og ein samskipandi leiklut í mun til at leggja til rættis familjuviðgerð og fylgja viðgerðar gongdunum. 

Hin sálarfrøðingurin kemur at starvast á ambulantu eindini. Arbeiðsuppgávurnar fevna um kanningar og viðgerð av børnum og ungum, umframt ráðgeving av teimum, sum eru um børnini. Sálarfrøðingurin kemur eisini at luttaka í bólkaundirvísing av børnum, foreldrum og fakfólki.

Fyri bæði størvini, innibera arbeiðsuppgávurnar nógv samstarv við foreldur og onnur avvarðandi, umframt aðrar stovnar og myndugleikar. Samskipan av hesum samstarvi, er ein týðandi partur av arbeiðnum. Sálarfrøðingarnir kunnu eisini vænta supervisjóns uppgávur.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sálarfrøðingur, gjarna við autorisatión.
  • Arbeiðsroyndir innan útgreining og viðgerð av børnum, ungum og familjum.

Vit ynskja umsøkjara:

  • Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi
  • Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • Við smidleika og arbeiðssemi
  • Við góðum samstarvseginleikum og áhuga í at samstarva interprofessionelt
  • Við góðum skipanarevnum og førleikum til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Førleika at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga til einstaklingar og bólkar
  • Til starvið á dagdeildini, er umráðandi at umsøkjarin ynskir at viðvirka til menning av dagdeildini, og at átaka sær ábyrgdaruppgávur í hesum sambandi.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við møgulleika fyri ávirkan og menning
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi 
  • Eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
  • Møgulleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisjón og tvørfakligum konferansum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðara Onnu Elisabeth Iversen á anniv@ls.fo, ella Rebekku Perlick, yvirlækna á rebpe@ls.fo 

Umsóknarfreistin er 21.07.2020.

Søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv".

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna