Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 04.06.21
Umsóknarfreist: 25.06.21

Sálarfrøðing til Psykiatriska Depilin - barnsburðarfarloyvisstarv

Psykiatriski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sálarfrøðingi til ambulantu eindina fyri vaksin. Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv á brøki 0.9 í tíðarskeiðnum frá 1. September 2021 til 31. mars 2022. 

Talan er um eitt sera spennandi og fjøltáttað starv, sum í høvuðsheitum umfatar sálarfrøðiliga útgreining - og viðgerð av vaksnum fólki. Ambulanta eindin er tvørfakliga samansett, og leggja vit dent á tvørfakligt samstarv og heildarloysnir til sjúklingin í útgreining og viðgerð.

Ambulanta virksemið á Psykiatriska Deplinum fevnir um fleiri spennandi serøki og/ella tilboð – sum eitt nú kognitiv atferðarterapi, dialektisk atferðarterapi, musikterapi, sosial førleikavenjing, kognitiv remediering, ADHD-toymið, økispsykiatri, oligofreni umframt psykoedukatión og avvarðandi undirvísing. Psykiatriski Depilin arbeiðir við einari samskapandi psykiatri, har hugøtkini “rehabilitering og recovery” eru týdningarmikil í tilgongdini. Vit arbeiða alla tíðina við  betran av okkara tænastum og nýta háttalagið Quality Improvement (QI).

 Førleikakrøv

  • psych ella samsvarandi útbúgving við løggilding
  • Umsøkjarar uttan løggilding kunnu eisini søkja starvið
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir

 Arbeiðs – og ábyrgdarøki

  • Útgreining og sálarføðiligar kanningar/metingar av vaksnum fólki
  • Terapeutisk viðgerð - einstaklingar og bólkar
  • At veita starvsfólki supervisjón
  • Undirvísing, ráðgeving v.m.

 Vit leggja dent á

  • Góð skipanarevni og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Førleika at miðla kanningarúrslit til aðrar fakbólkar og samskipa viðgerð
  • Hegni at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva tvørfakligt
  • Fakligt arbeiðssemi og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • Jaligt sinni í mun til eina organisatión í menning og framgongd
  • Góð samskiftisevni – og at tú ert álitisvekjandi og fyrikomandi

 Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv í góðum toymi við 5 sálarfrøðingum
  • Eitt dynamiskt arbeiðspláss, sum er í støðugari menning
  • Eitt gott fakligt og sosialt umhvørvi við ágrýtnum og góðum starvsfelagum
  • Fakliga menning og supervisión

Lønar – og setanartreytir
Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Umsóknarfreistin er 25.juni 2021

Nærri upplýsingar fáast  við at seta seg í samband við psykologfakligan leiðara, Annbjørg Abrahamsen, t-post: annab@ls.fo  ella leiðandi yvirlækna, Tórmóður Stórá, t-post: tormodur.stora@ls.fo, tlf. 30 47 40.

Søk starvið her 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna