Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 08.10.19
Umsóknarfreist: 25.10.19

Røktarstarvsfólk til Heimatænastuna

Søkt verður eftir Heilsurøktarum, heilsuhjálparum og heimahjálpum til Heimatænastuna í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu.

HEIMATÆNASTAN
170-180 borgarar fáa tænastu frá Heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har umleið 60 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvið við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutum. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt og umsorgan, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.

SØKT VERÐUR EFTIR:
• Tveimum starvsfólkum at arbeiða í dagvaktum á starvsbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna frá 1. november 2019
• Einum starvsfólki at arbeiða í kvøldvakt á starvsbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna frá 1. november 2019
• Tímaløntum sjúkra- og feriuavloysarum

Arbeitt verður í 7-8 tímars vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAR
Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, so ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika
• hevur góð samstarvsevnir og megna at samstarva tvørfakliga
• hevur hóskandi arbeiðsroyndir
• ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði
• kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi
• kann arbeiða sjálvstøðugt og leita tær hjálp, tá tørvur er á hesum
• hevur góðan telduførleika
• hevur koyrikort

VIT BJÓÐA
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu, og góðar starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið/ Heilsuhjálparafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita við at venda sær til Maiken Olsen, eindarleiðari, telefon 302000, t-post: maikeno@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, góðkenning og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 23. oktober 2019. Viðmerkjast skal „Røktarstarvsfólk til Heimatænastuna“. Setanarsamrøður vera hildnar 25. oktober 2019.

Trýst á leinki, fyri at síggja eina vitjan heima hjá einum borgara: https://youtu.be/mXLZXTAszI4

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.