Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 02.10.19
Umsóknarfreist: 17.10.19

Røktarstarvsfólk til Heimarustovu á Lágargarði

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Heimarustovu á Lágargarði, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 46 búpláss umframt tvey pláss til umlætting, sum eru á Heimarustovu. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik, og. Umframt búplássini er stórkøkur, ið veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

SØKT VERÐUR EFTIR:
•tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til barnsburðarfarloyvisstørv frá 1. november 2019 ella skjótast tilber, til 30. september 2020. Setanarbrøkurin er 0,8. Arbeiðstíðin er dagvaktir, og triðja hvørt vikuskiftið
• einum heilsurøktara á setanarbrøki 1,0. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir, og triðja hvørt vikuskiftið. Møguleiki er eisini fyri lægri brøki

DENTUR VERÐUR LAGDUR
• Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan, rehabilitering og geriatri
• At miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
• Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss
• Góðan telduførleika
• Prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari

VIT BJÓÐA TÆR:
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni
• eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Dianu Strøm, virkandi deildarleiðara, á tlf. 211808 ella teldupost dianas@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett frá 1. november 2019 ella skjótast tilberð, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Røktarstarvsfólk til Heimarustovu“. Umsóknarfreistin er 17. oktober 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.