Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 01.11.19
Umsóknarfreist: 18.11.19

Røktarstarvsfólk til Ellisheimið

Ellisheimið er 84 ára gamalt røktarheim miðskeiðis í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 25 húsfólk, og uml. 35 starvsfólk hava sítt yrkið her. 
 
Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri húsfólkið. Hetta við at arbeiða viðurkennandi, og saman við húsfólkunum og avvarðandi at skapa eitt umhvørvið, har partarnir kunna trívast og mennast. Dentur verður eisini lagdur á tvørfakligt samstarv við t.d. fysio- og ergoterapeutar, og royna vit javnan at gera ymsar aktivitetir fyri húsfólkið. 
 
Søkt verður eftir einum heilsurøktara til setan 1. desember 2019 ella eftir avtalu. Starvið er á setanarbrøki 0,8, har arbeitt verður í skiftandi vaktum á 6 til 8 tímar.
 
FØRLEIKAKRØV
  • Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
  • Er ágrýtin og hevur áhuga at arbeiða heilsustimbrandi, fyribyrgjandi og rehabiliterandi
  • Áhuga at arbeiða tvørfakligt
  • Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
  • Varðveitir yvirlit tá á stendur
  • Góð samstarvs- og samskiftirevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvi við húsfólk, avvarðandi og starvsfelagar
VIT BJÓÐA TÆR:
  • ein fakliga spennandi og mennandi arbeiðsdag
  • persónligari menning
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss
  • góða innleiðslu
  • at gerast partur av einum góðum praksisfelagskapið
  • at kunna tillaga egnar arbeiðsmannagongdir
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett 1. desember 2019 ella eftir avtalu og lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.
 
Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.
 
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, telefon 216240 ella við teldupost elisabethhj@torshavn.fo
 
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Heilsurøktari til Ellisheimið“.
 
Umsóknarfreistin er 18. november 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.