Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 05.10.21
Umsóknarfreist: 20.10.21

Røktarstarvsfólk til Ellisheimið

Ellisheimið er 85 ára gamalt røktarheim miðskeiðis í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 25 húsfólk, og uml. 35 starvsfólk hava sítt yrkið her. Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika, trivnað og lívsgóðsku fyri húsfólkið. Vit leggja stóran dent á at arbeiða viðurkennandi, og saman við húsfólkunum og avvarðandi at skapa eitt umhvørvið, har partarnir kunna trívast og mennast. Dentur verður eisini lagdur á tvørfakligt samstarv við t.d. fysio- og ergoterapeutar og at hava aktivitetir fyri húsfólkunum javnan.

Søkt verður eftir:

  • einum heilsuhjálpara til setan 1. november 2021 ella eftir avtalu. Starvið er á setanarbrøki 0,8 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í blandaðum vaktum á 7 og 8 tímar, og annað hvørt vikuskifti
  • einum heilsurøktara til setan 1. november 2021 ella eftir avtalu. Starvið er á setanarbrøki 0,8 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í blandaðum vaktum á 7 og 8 tímar, og annað hvørt vikuskifti

Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/roktarstarvsfolk-til-ellisheimid-1/

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna