- Øll Størv (111)
- Byggivirksemi (4)
- Fiskavøruídnaður (4)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (0)
- Fyrisiting og tænastur (13)
- Gistihús og matstovur (11)
- Handil og umvæling (10)
- Heilsu- og almannaverk (50)
- Kunningartøkni (2)
- Skipasmiður og smiður (1)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (14)

Røktarstarvsfólk til Ellisheimið
Ellisheimið er 85 ára gamalt røktarheim miðskeiðis í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 25 húsfólk, og uml. 35 starvsfólk hava sítt yrkið her. Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri húsfólkið. Vit leggja stóran dent á at arbeiða viðurkennandi, og saman við húsfólkunum og avvarðandi at skapa eitt umhvørvið, har partarnir kunna trívast og mennast. Dentur verður eisini lagdur á tvørfakligt samstarv við t.d. fysio- og ergoterapeutar, og javnan hava vit ymsar aktivitetir fyri húsfólkið.
Um tú ert heilsurøktari, og hevur áhuga í at arbeiða við eldri fólkið, og kundi hugsa tær eitt gevandi arbeiðsumhvørvið, er tað júst tær vit á Ellisheiminum leita eftir.
Søkt verður eftir:
- einum heilsurøktara til setan 1. mai 2021 ella eftir avtalu. Starvið er á setanarbrøki 1,0, ella eftir avtalu, har arbeitt verður í skiftandi vaktum á 7 til 8 tímar og annað hvørt vikuskifti.
Leinkja til lýsing:

Førleikaprógv
- Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
- Er ágrýtin og hevur áhuga at arbeiða heilsustimbrandi, fyribyrgjandi og rehabiliterandi
- Áhuga at arbeiða tvørfakligt
- Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
- Varðveitir yvirlit tá á stendur
- Góð samstarvs- og samskiftirevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvi við húsfólk, avvarðandi og starvsfelagar
Vit bjóða tær:
- ein fakliga spennandi og mennandi arbeiðsdag
- persónligari menning
- eitt dynamiskt arbeiðspláss
- góða innleiðslu
- at gerast partur av einum góðum praksisfelagskapið
- at kunna tillaga egnar arbeiðsmannagongdir
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin á telefon 21 62 40 ella við at senda teldupost til elisabethhj@torshavn.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: »Heilsurøktari til Ellisheimið«.
Umsóknarfreistin er 20. apríl 2021.