Sjálvgreiðslan
Skriva út
Roðin økistænastan
Lagt út: 05.10.21
Umsóknarfreist: 21.10.21

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Norðurstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Norðurstova er ein búeind hjá 24 eldri fólkum. Í búeindini verður dentur lagdur á at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Í tí dagliga standa okkara sera dugnaligu starvsfólk, saman við leiðslu fyri, at júst tað ber til.

Søkt verður eftir:

  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna við møguleika fyri lægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

Áhuga at arbeiða við eldri fólki
Góð evni at samskifta í skrift og talu
Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

  • Góða innleiðslu
  • Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur verður at seta 1. desember 2021 ella eftir nærri avtalu og lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og KAF / Fíggjarmálaráðið.
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Petersen, deildarleiðara tlf. 290205 ella við telduposti til kristbjorgp@rodin.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Norðurstova”

Umsóknarfreistin er 21. oktober 2021.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna