Sjálvgreiðslan
Skriva út
Roðin økistænastan
Lagt út: 20.07.21
Umsóknarfreist: 23.08.21

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi og heilsurøktara til Norðurstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.

 

Søkt verður eftir:

- Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna við møguleika fyri lægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

- Einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna við møguleika fyri lægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.


FØRLEIKAKRØV
• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
• Áhuga at arbeiða við eldri fólki
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
• KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR
• Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar


• Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna     tænasturnar hjá Roðanum


SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur og sum heilsurøktari verð at seta 1. oktober 2021 og lønt sambært sáttmála við aavvarðandi fakfelag og KAF / Fíggjarmálaráðið.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kunnu aðrir fakbólkur verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Petersen, deildarleiðara tlf. 290205 ella við telduposti til kristbjorgp@rodin.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Norðurstova”
Umsóknarfreistin er 23.august 2020.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna