Sjálvgreiðslan
Skriva út
Roðin økistænastan
Lagt út: 20.07.21
Umsóknarfreist: 23.08.21

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara og heilsuhjálpara til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Søkt verður eftir:

  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna við møguleika fyri lægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
  • Einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna við møguleika fyri lægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
  • Einum heilsuhjálpara fyri heilsuhjálpara í barnsburðarfarloyvi. Starvsbrøkurin er 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Prógv sum heilsuhjálpari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki við demens
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
  • KT-førleika á brúkarastøði
  • Kann verða fyrimunur um tú hevur prógv sum demenssamskipari

VIT BJÓÐA TÆR

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna   tænasturnar hjá Roðanum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur og sum heilsurøktari verð at seta 1. oktober 2021 og lønt sambært sáttmála við aavvarðandi fakfelag og KAF / Fíggjarmálaráðið.

Barnsburðarfarloyvisstarvið sum heilsuhjálpari verða at seta 1. oktober 2021 til og við 30. januar 2022. og lønt sambært sáttmálanum við Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF/Fíggjamálaráðið.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kunnu aðrir fakbólkur verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Anniku Kallsberg, deildarleiðara tlf. 290204 ella við telduposti til annika@rodin.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”
Umsóknarfreistin er 23.august 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna