- Øll Størv (90)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (2)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (1)
- Fyrisiting og tænastur (20)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (6)
- Heilsu- og almannaverk (35)
- Kunningartøkni (3)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (1)
- Vinnuligar tænastur (9)

Roðin søkir eftir heilsurøktara og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi
Søkt verður eftir:
- Einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna við møguleika fyri lægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
- tveimum heilsuhjálparum fyri heilsuhjálparar í farloyvi. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
FØRLEIKAKRØV
- Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Prógv sum heilsuhjálpari
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki við demens
- Góð evni at samskifta í skrift og talu
- Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
- KT-førleika á brúkarastøði
- Kann verða fyrimunur um tú hevur prógv sum demenssamskipari
VIT BJÓÐA TÆR
- ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
- eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið, sum heilsurøktari verður at seta sum skjótast og lønt sambært sáttmála við Heilsurøktarafelagið og KAF / Fíggjarmálaráðið.
Farloyvisstørvini sum heilsuhjálpari verða at seta 1. mars 2021, ella sum skjótast, til og við 30. januar 2022. og lønt sambært sáttmálanum við Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF/Fíggjamálaráðið.
Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kunnu aðrir fakbólkur verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Anniku Kallsberg, deildarleiðara tlf. 290204 ella við telduposti til annikak@rodin.fo.
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”
Umsóknarfreistin er 24.januar 2021.