Sjálvgreiðslan
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 12.08.19
Umsóknarfreist: 30.08.19

Reingerðarfólk til Landssjúkrahúsið

Til Tænastudeildina á Landssjúkrahúsinum eru reingerðarstørv leys til setan 1. september 2019 ella eftir avtalu. Talan er um fastlønt størv í skiftandi vaktum, dag, kvøld og vikuskifti.

Arbeiðsuppgávurnari: Størvini umfata í høvuðsheitum reingerð eftir galdandi reglum. Neyðug upplæring verður givin.

Persónligir eginleikar

  • ábyrgdarkenslu
  • fryntlig/ur og fyrikomandi
  • tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð
  • góð samstarvsevni
  • góður røkjuskapur
  • góð heilsa

Setanartreytir
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan hjá avvarðandi yrkisfelag.

Upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið á tlf. 304500, lokal 1240 ella á telduposti: birgitta.holm@ls.fo

Umsóknarfreistin er 30. august 2019.

Vinarliga søk starvið her

Viðmæli o.a. skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkinum “Leys størv.”

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.