Sjálvgreiðslan
Skriva út
Suðuroyar Sjúkrahús
Lagt út: 19.06.20
Umsóknarfreist: 20.07.20

Radiografur til Suðuroyar Sjúkrahús

Suðuroyar Sjúkrahúsi tørvar avloysara fyri radiograf í tíðini 1. septembur 2020 – 31. desembur 2021 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíð verður eftir avtalu við umsøkjarar. Sum radiografur á Suðuroyar Sjúkrahúsi skalt tú røkja ta radiografisku tænastuna av innløgdum, ambulantum og akuttum sjúklingum. Radiografar hava tilkallivakt frá bústaði. Tú kemur at arbeiða saman við starvsfólkunum á skurðdeildini, samstundis sum tú kemur at hava tætt samstarv við radiologar og radiografar á Landssjúkrahúsinum.

Vit vænta at umsøkjarar:
• seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• eru sjálvstøðugir, positivir, engasjeraðir og motiveraðir
• hava góð samstarvsevni bæði mono- og tvørfakligt
• eru fleksiblir viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum
• hava lætt við at organiserað og strukturerað og hava yvirlit í akuttum støðum
• hava dagførda vitan og royndir innan konventionel røntgen og CT-skanning
• hava danska autorisatión.

Vit kunnu bjóða:
• góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
• ávirkan á egnan gerandisdag
• skipaða førleikamenning
• ávirkan á ta nýstovnaðu CT-tænastuna.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Radiografar í Føroyum og Fíggjarmálaráðið. Íbúð við innbúgvi er tøk sambært galdandi reglum. Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Gunnbjørg Guttesen, varastjóra og Agnete Vestergaard, deildarleiðara á tlf. 34 33 00. Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til ssh@ssh.fo Umsóknarfreistin er 20. juli 2020. Á heimasíðuni www.ssh.fo er meira kunning um Suðuroyar Sjúkrahús.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.