Sjálvgreiðslan
Skriva út
VEKS
Lagt út: 08.06.21
Umsóknarfreist: 23.06.21

Okkum tørvar meira sjúkrarøkt

Tí leita vit eftir tær, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og sum ynskir nýggjar avbjóðingar, har møguleiki er fyri veruliga at gera mun fyri einstaka borgaran. 

Í VEKS ynskja vit, at borgarar hava førleikar at vera virknir heima sum longst. Tí leggja vit okkum eftir at veita borgaranum rætta tænastu, til rætta tíð, á røttum stað, við røttum førleikum. Er hetta eisini tín hugburður, so bjóða vit tær at vera við til at menna okkara virksemi við meira sjúkrarøkt og miðvísum røktarætlanum.

VEKS umsitur alla eldrarøkt og heimatænastu í Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunum. Við betri samskipan verða eindirnar knýttar tættari. Hetta er ein tilgongd, ið vit eru farin undir, og sum tú kanst gerast partur av.

Hetta krevur samstarv, samskipan og førleika at samskifta við leiðslu, starvsfelagar, búfólk, heimabúgvandi brúkarar og avvarðandi.

Størvini:
Sjúkrarøktarfrøðingar at seta til hesi støð:

  • Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu.
  • Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda kommunu á Streymoynni.
  • Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Eiðis- og Sunda kommunu í Eysturoynni.

Starvsbrøkur er eftir avtalu. Størvini eru í blandaðum vaktum og í miðal 3. hvørt vikuskifti. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Førleikar
Tú ert útbúgvin og góðkendur sjúkrarøktarfrøðingur.

Koyrikort til persónbil skal til, og telduførleiki á brúkarastigi ger tað heila eitt sindur lættari.

Samstarvssinni og nærlagni teljast millum tínar eginleikar. Men mest av øllum vilt tú gera mun.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella Heimatænastan í VEKS, Bakkavegur 59, FO-350 Vestmanna

í seinasta lagi mikudagin 23. juni 2021, kl. 12:00.

Er okkurt ivamál, ring so til:

  • Miu Pedersen, leiðara á Heiminum á Grønanesi, á tlf. 793231.
  • Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á tlf. 793251
  • Helfrid Kruse Poulsen, leiðara á Korndalsbýlinum, tlf. 793259

Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna