Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 18.05.20
Umsóknarfreist: 30.05.20

Námsfrøðingur til Smílibýlið

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan Smílibýlið eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 25 tímar um vikuna at byrja 10. august 2020.

Um skikkaður námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Smílibýlið er frítíðarskúli fyri børn í 1.- og 2. flokki úr Eysturskúlanum. Á stovninum er fjølbroytt virksemi, umframt at vit javnan eru túrar úti av stovninum. Vit søkja eftir einum námsfrøðingi, ið er nærverandi, vil arbeiða fyri at børnini fáa ein góðan og innihaldsríkan dag, og sum hevur hugskot til og áhuga í at hava ávirkan á virkseminum í frítíðarskúlanum.

Harumframt vænta vit, at tú tekur ábyrgd, hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn:
Saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi leygardagin 30. mai 2020. Viðmerk „Námsfrøðingur til Smílibýlið“.

Meira fæst at vita:
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Mortensen, stovnsleiðara, telefon 210045.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.