Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 18.03.20
Umsóknarfreist: 10.04.20

Námsfrøðingur til Miðstovnin í Realskúlanum

Vit hava tørv á einum námsfrøðingi.

Miðstovnurin er dagstovnur í gamla Realskúlanum í Havn og har ganga í løtuni 52 børn í aldrinum 0 til 6 ár.

Stovnurin er funktiónsdeildur, tað merkir, at starvsfólkið er sett at taka sær av hvør sínum øki. Vit leggja dent á, at tú ert nærverandi og góð/-ur at skapa góð og mennandi sambond.

Vit kunnu bjóða tær eitt sera spennandi starv, har tú kemur at hava stóra ávirkan á títt arbeiðslív.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Talan er um fast starv við starvsbyrjan 1. maj 2020 ella sum skjótast. Arbeiðstíðin kann verða 30, 35 ella 40 tímar um vikuna.

Meira fæst at vita um starvið hjá Astu í Toft, stovnsleiðara, tel. 223776.

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndum verður at senda Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 10. apríl 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.