Sjálvgreiðslan
Runavíkar Kommuna
Lagt út: 11.07.19
Umsóknarfreist: 02.08.19

Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan við Stórá

Søkt verður eftir námsfrøðingi til Frítíðarskúlan við Stórá, at byrja 12.08.2019 ella eftir nærri avtalu.
Frítíðarskúlin er staðsettur í Rituvík og er tann kommunali frítíðarskúlin í Runavíkar Kommunu. Eftir summarsteðgin ganga uml.100 børn í Frítíðarskúlanum. Umstøðurnar eru sera góðar, við góðum inni og úti - øki.
• Starvið er 25 t. um vikuna, við møguleika fyri at fáa fleiri tímar og verður sett á stovnin. Arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 - 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.00
• Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11 - 22.
• Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Vit ynskja at umsøkjarin:
• Vil arbeiða í einum funktiónsuppdeildum umhvørvi, við frítíðarnámsfrøði har aldursbólkurin er 6 - 9 ár
• Dugur at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi, og kveikjandi upplivingum og spennandi avbjóðandi tilboðum til hesar aldursbólkar í einum tryggum og      góðum umhvørvi
• Er rúmligur, íðin, nærlagdur og álítandi
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir
• Hevur umsorgan og virðing fyri børnum og vaksnum

Umsóknir og umsóknarfreist
Søk á netinum á www.runavik.fo ella við at fara inn á linkið https://app.jobmatchprofile.com/67kuuq í seinasta lagi 02.08.2019
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Sonju Olsen leiðara tlf 216630.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.