Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 09.09.19
Umsóknarfreist: 06.10.19

Námsfrøðingur til Dagstovnin í Hoyvík

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir námsfrøðingi.

STARVIÐ
Ein námsfrøðingur at arbeiða 35 tímar um vikuna í barnagarðsstovu frá 1. desember 2019. Møguleiki er at fáa færri ella fleiri tímar.

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
• ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
• megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá ið á stendur

VIT BJÓÐA
• Fakligar og persónligar avbjóðingar
• Foreldra- og starvsfólkasamstarv
• Gott arbeiðsumhvørvi
• Støðuga kjarnu av starvsfólkum, sum hava drúgvar royndir
• Fyrireikingartíð, skeið, fyrilestrar o.a.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Unu Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 217318.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verða at senda til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo
Umsóknarfreistin er sunnudagin 6. oktober 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.