Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 13.02.20
Umsóknarfreist: 26.02.20

Námsfrøðingur til Býlingshúsið vesturi á Flat

Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í vøggustovu. Starvið verður sett skjótast tilber, ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

VIT BJÓÐA
Vit bjóða eitt áhugavert starv í nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á, at børnini fáa avbjóðingar bæði innan- og uttandura, og at tú megnar at skapa ein tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum

VIT VÆNTA:

  • at tær dámar at vera úti
  • at tú gevur títt íkast at brúka okkara náttúru og mentan sum námsfrøðiligt amboð
  • at tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • at tú kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • at tú leggur dent á samstarv og trivna fyri øll

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Turið Horn, stovnsleiðara, tlf. 275100.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 26. februar 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.