Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 02.12.19
Umsóknarfreist: 16.12.19

Námsfrøðingur til Býlingshúsið á Flat

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið Vesturi á Flat eftir námsfrøðingi at arbeiða 30 / 35 tímar um vikuna í barnagarði.
 
Starvið verður sett i 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri færri / fleiri tímum um vikuna.
 
Søkir eingin námsfrøðingur kann hjálparfólk setast í tíðaravmarka starv.
 
UM OKKUM
I Býlingshúsinum á Flat er ein vøggustova og 2 barnagarðsstovur. Vit leggja stóran dent á umsorgan,menning og trivna hjá okkum øllum,børnum og vaksnum.
 
Stovnurin liggur sera væl fyri í náttúru vøkrum øki sum vit gleðast um hvønn dag, vit arbeiða tætt at náttúruni.
 
VIT VÆNTA, AT TÚ:
  • ert blíð/-ur, fyrikomandi og hevur eitt gott yvirlit
  • hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • dugir at grunda yvir egið arbeiði
  • ert sinnað/-ur at arbeiða í eini broytingartíð
  • vil verða ein virkin partur av starvsfólkatoyminum
  • er við til at stuðla undir trivnað, menning og samstarv til frama fyri einstaka barnið, foreldrini og starvsfelagarnar
Hetta so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk verða sædd, hoyrd og tikin í álvara.
 
VIT BJÓÐA TÆR EITT TÝDNINGARMIKIÐ STARV:
  • har viðurkenning er grundarlagið undir trivnaði, menning og samstarvi við einstaka barnið, foreldrið og starvsfelaga
  • við fjølbroyttum og spennandi avbjóðingum í gerandisdegnum
  • har menningin hjá einstaka barninum er týðandi partur í gerandisdegnum
  • har samstarv við foreldrini hevur stóran týdning
  • har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið
SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
 
UMSÓKN 
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 16. desember 2019. 
 
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Turið Horn, stovnsleiðara, tlf. 275100 og við at skriva til turidh@torshavn.fo

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.