Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 07.10.19
Umsóknarfreist: 24.10.19

Námsfrøðingur til Børn við immunverjusjúkum

Tórshavnar kommuna søkir eftir starvsfólki til Dagstovnin við Landavegin at byrja 1. desember 2019 ella skjótast gjørligt.

Dagstovnurin við Landavegin hevur stovu til børn, sum hava avbjóðingar av immunverjusjúkum. Eins og á dagstovnaøkinum annars verður dentur lagdur á, at børnini hava eitt námsfrøðiliga mennandi umhvørvi.

Á hesi stovuni verður áherðsla somuleiðis løgd á reinføri og heilsufremjan. Stovan er ein partur av øllum dagstovninum við Landavegin, men hevur serligar umstøður til børn við ávísum avbjóðingum. Talan er um lítla eind við fáum børnum.

FØRLEIKAKRØV
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari- ella aðra viðkomandi útbúgving. Vitan innan imunverjusjúkur er ein fyrimundur, men toymið fer eisini at fáa fakligan íblástur til at menna tilboðið.

Starvið er 35 tímar. Um eingin námsføðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað í starvið. Vit arbeiða útfrá endamálsorðing og námsfrøðiligari námsætlan fyri Dagstovnin við Landavegin (sí. https://www.landavegur.fo/)

VIT VÆNTA AT TÚ:
• megnar at virka í góðum samstarvi við leiðslu, starvsfeløgum, foreldrum og børnum
• hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag fyri børnini
• er við til at menna námsfrøðiliga / heilsufrøðiliga arbeiðið á stovninum
• tekur ábyrgd og hevur yvirlit
• mennist við nýggjari vitan á námsfrøðiliga økinum
• er sjálvstøðug/-ur og kann taka avgerðir
• hevur telduførleikar til tekstviðgerð og myndir
• megnar fjølbroytt arbeiðsøki innan á stovninum
• kann arbeiða eftir starvsfólkaprofilinum fyri námsfrøðingar á stovninum
• ynskir og megnar at arbeiða við børnum sum hava immunverjusjúkur
• ynskir at arbeiða tvørfakligt
• tolir at verða flutt/-ur innanhýsis á stovninum

VIT BJÓÐA:
• eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
• eitt starv har tú fær møguleika at seta tín dám á gerandisdagin
• eitt starv har tú saman við øðrum starvsfólkum sleppur at menna eindina

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið:

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og tilmælum verður at senda til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi í 24. oktober 2019.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Steinbjørn V. Olsen, stovnsleiðara, telefon 222380. Somuleiðis er meira kunning um stovnin á heimasíðuna hjá stovninum www.landavegur.fo

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.