Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 13.11.20
Umsóknarfreist: 10.12.20

Námsfrøðingur til Blákolluna

Blákollan søkir eftir einum námsfrøðingi at starvast 30 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað, fyri starvsfólk í farloyvi, frá 04. Januar 2021 til 30. Desember 2021. Talan er um eitt starv í barnagarðsstovu við 20 børnum.

Blákollan bjóðar tær
• Ein stovn, har tú kanst seta tín dám á gerandisdagin
• 48 fitt børn, ið fegin vilja vera kreativ saman við tær
• Ein góðan starvsfólkahóp og virkið foreldraráð
• Ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, umframt tíð til fyrireiking
• Ein stovn, ið arbeiðir út frá eini menningarætlan , ið kann verða vegleiðandi og stimbrandi fyri teir ymsu aldursbólkarnar

Vit vænta av tær
• At tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
• At tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
• At tú ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
• At tú kanst menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi
• At tú ert nærverandi, vísir áhuga og góðan hugburð til arbeiðið
• At tú hevur hug at brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum

Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdag 10. desember 2020. Umsóknir skulu sendast til starv@klaksvik.fo, ella sendast til Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøtu 32, 700 Klaksvík. Um so er, at námsfrøðingur ikki søkjur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Susan Hansen, leiðara á tlf. 22 92 74.


Um Blákolluna
Blákollan er ein kommunalur stovnur, ið lat upp 1. januar 2001. Stovnurin er staðsettur á Kjalarvegnum í Klaksvík, og er innrættaður í trimum hæddum við einari stovu á hvørjari hædd. Stovnurin hevur vøggustovu, smábarnastovu og barnagarðsstovu og fevnir soleiðis um børn í aldrinum 0-6 ár.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna