Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fuglafjarðar Kommuna
Lagt út: 09.09.19
Umsóknarfreist: 24.09.19

Námsfrøðingur til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

  • Einum námsfrøðingi at byrja 1. oktobur 2019 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt starv á 35 tíma viku.

Hvørji eru vit:

  • Barnalund er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við eini vøggustovu og eini barnagarðstovu í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar.

Vit sóknast eftir einum starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum.
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • ið er týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv.
  • ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.
  • ið er eldhuga/ur og konstruktivt/ur.
  • ið sær møguleikar fram um mørk.

Vit kunnu bjóða tær:

  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.
  • sernámsfrøðiliga ráðgeving.
  • møguleika at tilogna tær vitan og kunnleika til Karlstad-modellið og tekn til talu.

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um námsfrøðingar ikki søkja starvið, kann hjálparfólk verða fyribils sett.

Nærri fæst at vita um stovnin og um starvið við at venda sær til leiðaran í Barnalund

Leilu H. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo, í seinasta lagi Týsdagin 24. septembur 2019 kl. 12.00.

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður

info@fuglafjordur.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.