Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 21.11.19
Umsóknarfreist: 09.12.19

Námsfrøðingur til Barna og ungdómshúsið Látrið í Nólsoy

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Barna og ungdómshúsið Látrið eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna. Starvið er til setan frá 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Vit eru ein bygdastovnur, sum hýsir børnum í aldrinum 0 til 18 ár. Vit halda til mitt í náttúru perluni Nólsoy í einum góðum og nýmótans stovni. Vit arbeiða við at endurnýggja námsætlanina, við serliga denti á ríku bygda mentanina við tí, tilfangi sum fast úr náttúruni, tónleiki, skapandi hugflogi, søgum, sagnum og barna/ungdómsmentanini á staðnum.

VIT VÆNTA AT:
• tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum og ungdóminum
• tú hevur hug at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
• tú vilt samstarva og arbeiða við virðum og námsætlan
• tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
• tú ert ágrýtin, tolin og nærverandi
• tú sært møguleikar, heldur enn forðingar
• tú ert luttakandi saman við børnunum og teimum ungu

VIT BJÓÐA:
• eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv við nógvum spennandi og mennandi avbjóðingum
• eitt starv har tú hevur møguleikan at seta tín dám á arbeiðið
• eitt starvs har viðurkenning og relatiónsarbeiðið hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivnað og menning
• at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólk toym, har trivnaður og faklig menning er høgt raðfest

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at venda sær til Guðrun Sundar Hansen, stovnsleiðara, á telefon 527002.

UMSÓKN
Umsóknir saman við prógvi, viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 9. desember 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.